Listafólkabústaður í Tjørnuvík - Umsóknarfreist 30. september 2026
Nú ber aftur til at søkja um uppihald í listafólkabústaðinum í Tjørnuvík fyri tíðarskeiðið apríl – september 2027. Bústaðurin kann leigast av føroyskum og útlendskum listafólki til listaligt arbeiði, skapan, hugsavnan og menning. Uppihald kann vara frá einari viku upp til tríggjar mánaðir. Tað er í samstarvi við Sunda Kommunu, at LISA leigar fyrrverandi skúlan í Tjørnuvík út sum listafólkabýli.