TILTØK

LISA RÁÐSTEVNA UM FØROYSKAN LISTAPOLITIK 

29. oktober 2016 skipar Listafólkasamband Føroya, LISA, fyri ráðstevnu um føroyskan listapolitik, har øll áhugað eru boðin at luttaka. Karmurin um ráðstevnuna er søguríka Sjónleikarhúsið í Havn. 

Á skránni verða framløgur, fyrilestrar og kjak frá kl. 09:30 - 17:00. 

Til høvið er PD Dr. Monika Mokre (IKT, Institute for Cultural Studies of Theatre, Austrian Academy of Sciences) úr Wien boðin at tosa um, hvussu tað er at liva eitt langt lív sum yrkislistafólk í einum verkætlannarlandslagi. Hon lýsur millum annað hvørji langtíðarárin hendan tilveran hevur á listafólk, har í millum slit, strongd, manglandi pensjón umframt nógv annað. Heitið á hennara fyrilestri er: "In a rich society artists should not be poor. A challenge for arts politics." 
 
Endamálið við ráðstevnuni er at gera okkum greitt, hvussu listapolitiska landslagið sær út í Føroyum anno 2016 og LISA orðar ítøkilig mál og yvirskipaðar leiðreglur fyri føroyska politikkin fyri yrkislist komandi árini. 

LISA ynskir ein politik, sum bæði er góður fyri yrkislistafólkini og fyri listina. Komið og verið við til at orða ein framtíðar yrkilistapolitikk.

SKRÁ