LISA Í HOYDØLUM

Mentamálaráðið søkir í lýsing tann 30.03.2017 eftir uppskotum til, hvat ið Hoydalar kunna brúkast til, nú Glasir skjótt flytur út í Marknagil. Mentamálaráðið eigur bygningarnar hjá Glasi í Hoydølum og varðar av økinum fyri Føroya Landsstýri. LISA skjýtur upp, at bygningarnir í Hoydølum verða latnir LISA at gera eina miðstøð fyri tey virkisøki, ið eru umboðað í limafeløgunum hjá LISA. Her er faldarin sum lýsur visiónina limafeløgini hjá LISA hava um Hoydalar. 



VIÐMÆLI



“Søguliga sæð hevur altíð verið eitt tætt samanspæl millum vísindi og list. Hesi hava givið hvørjum øðrum íblástur og um somu tíð ment og bjóðað hvørjum øðrum av. 

Fróðskaparsetrið er vaksið nógv seinastu árini, og eitt granskingarumhvørvi búnast alsamt í Føroyum. Fáa vit eitt yrkislistarligt umhvørvi í Hoydølum kunnu hesi økini lyfta seg upp á nýggjar hæddir og koma í eitt dynamiskt og spennandi samanspæl, øllum samfelagnum at frama ” 

Ólavur Ellefsen 
Íverkseti

_____


“Yrkisleiklistin er sprottin úr áhugaleiklistini og hevur áhaldandi ment seg ígjøgnum árini, tí áhugaleiklistin hjá eiri hevur virkað sum ein lopfjøl at gera leiklistina til eitt yrki burturav.  At yrkisleiklistin hevur tað gott í Føroyum, er soleiðis við til at menna ikki bara yrkisleiklistina sjálva, men eisini áhugaleiklistina, sum hevur gagn av útbúnum leikstjórum, pallsmiðum, ljós- og ljóðfólki o.s.fr.  í leikuppsetingum og ikki minst sum undirvísarum í ymiskum skeiðsvirksemi ” 

Noomi Reinert 
Forkvinna í Megingfelag Áhugaleikarafelag Føroya

_____


“Um vit vilja, kann verkætlanin Hoydalar verða við til at menna alt tað yrkislistarliga virksemi Ikki bara komandi árini, men langt inn í framtíðina.  Ein perla, har listafólk mennast í einum felagsumhvørvi, og møguleikar eru at arbeiða tvørfakligt og á hendan hátt geva íblástur listini at frama ” 

Jenny C. Petersen 
Stjóri Tjóðpallur Føroya

_____


“Eg havi í skjótt 15 ár undirvíst myndlist í Føroya Studenta- skúla, frá at lærugreinin var at kalla ein viðfáningur til hon í dag hevur vaksið seg stóra orsakað av stóra áhuganum, sum er í føroyska samfelagnum fyri list.  Ein áhugi, ið er tengdur at og treytaður av eini stórari talentmongd, sum als ikki hevur umstøður at menna seg í Føroyum undir verandi umstøðum ” 

Kinna Poulsen 
Studentaskúlalærari

_____


Tað ræður um at skapa karmar, sum gera, at fólk innan ymsu økinini koma í samband við hvønn annan.  Rákið at skapa miðstøðir sum hesa, síggja vit allastaðni Vit eiga at taka møguleikan og gera hetta í Føroyum” 

Per Zachariassen 
Sjónvarpsframleiðari og kreativur íverkseti

_____


“Det vil være til stor gavn for færøsk billedkunst med en forening af de forskellige billedkunstneriske aktiviteter under ét og samme tag.  Herved kan der på én gang tilbydes ordentlige rammer til den enkelte kunstart, samtidig med at der skabes et kreativt miljø med gensidig inspiration og samarbejde ” 

Nils Ohrt 
Stjóri á Listasavn Føroya

_____


“Det færøske kunstnermiljø ville få utrolig gavn af et kreativt centrum, hvor kunstnere kan udfolde og udvikle ideer og projekter – og samarbejde på tværs af genrer.  Hoydalar som sådan et centrum kan blive kunstens smeltedigel og en sand løftestang for det færøske kunst- og kulturmiljø ” 

Sif Gunnarsdóttir 
Stjóri í Norðurlandahúsinum 

_____


“I spent 3 days teaching at Hoydalar in May 2016.  It was perfect for my work I always need more than one space to respond to and the building offered so many different types of interesting spaces I also needed different outdoor locations near and far from the building and all those were available.  I really liked the atmosphere of the building and the fact it was not modern but full of character and memory.  I found it very inspiring and the fact that it is so near the coast and the sea was a huge plus too.  I would love to teach and perform there in the future ” 

Melanie Thompson 
Leiklistakona, undirvísir í Performance Writing og Landscape Writing
 
_____