Til politisku flokkarnar

INNBJÓÐING til VALFUND um LISTAØKIÐ

 

Nú val er í hondum bjóðar LISA politisku flokkunum á valfund har evnið er:

 

POLITISKIR DREYMAR FYRI LISTAØKIÐ

 

Fundurin verður skipaður við umførum av samrøðum millum politikarar og fundarluttakarar.

Evni, sum LISA ynskir at seta á skrá, eru: Stuðulsskipanir, hølisviðurskifti, armslongd, útflutningur og samstarv við útlandi.

Vit gleða okkum til at hitta umboð fyri tykkara flokk í Verkætlanarrúminum í Hoydølum, Sanatoriivegur 5, 188 Hoyvik tann 29.11.2022 kl. 19.30 - 21.30. Vinaliga sendi teldupost um hvør kemur til lisa@lisa.fo í seinasta lagi tann 28.11.2022.



 

Við listakvøðu og vón um góða undirtøku

Tórshavn 21.11.2022

 

Starvsnevndin hjá LISA

Marita S. Dalsgaard, forfólk, Hansina Iversen, næstforfólk og Jóhan Martin Christiansen, starvsnevndarlimur

 
--
Vinarlig heilsan
 
Marita S. Dalsgaard
forfólk
 
Hansina Iversen
næstforfólk
 
Jóhan Martin Christiansen
starvsnevndarlimur