UM LISA

Listafólkasamband Føroya varð stovnað 14. januar 1982 og er eitt meginfelag, sum hevur til endamáls: at styrkja listina og listafólk í mentanarpolitiskum høpi at virka fyri áhugamálum og rættindum limanna at umboða limirnar alment í almennum málum, sum hava felags áhuga. 

Rætt til limaskap hava feløg, sum umboða tær ymisku listagreinarnar. Fyri at kunna gerast limur í LISA, skal felagið vera landsfevnandi. Limirnir í limafeløgunum skulu hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk. 

Listafólkasambandið er skipað við eini starvsnevnd og einum umboðsráði. Hvørt felag er umboðað av einum limi í umboðsráðnum. Umboðsráðið velur trýfólka starvsnevndina.

LISA er javnbjóðis limur í norðurlendska Listafólkasamstarvinum. 
Forfólk
Marita S. Dalsgaard 

Næstforfólk
Hansina Iversen 

Starvsnevndarlimur
Kristina Thede Johansen 


Umsiting 

Skrivstovan hevur ikki fastar avgreiðslutíðir, men teldupostur kann verða sendur: lisa@lisa.fo. Hevur málið skund, er forfólkið eisini at hitta á telefon: +298 22 01 97. 


Office 

LISA holds no official office hours, but you can contact us at: lisa@lisa.fo. If you need to contact us urgently, please call the secretary at +298 22 01 97.
Arkitektafelag Føroya 
Heidi Poulsen 

Designarafelagið 
Katrina í Geil 

Einleikarafelag Føroya 
Ólavur Jakobsen

Felagið Føroysk Tónaskøld 
Sunleif Leivsson Rasmussen

Føroysk Filmsfólk 
Eir í Ólavsstovu

Føroysk Myndlistafólk 
Jón Sonne Jensen 

Føroya Tónleikarafelag 
Knút Háberg Eysturstein 

Kórsamband Føroya 
Vígdis Tindsskarð

Leikarafelag Føroya  
Gunnvá Zachariassen 

Rithøvundafelag Føroya 
Sámal Soll

Yrkisfotografar í Føroyum 
-
Heidi Poulsen, forkvinna 

Katrina í Geil, forkvinna 

Ólavur Jakobsen, formaður 

Sunleif Rasmussen, formaður 

Eir í Ólavsstovu, forkvinna  

Bárður Dahl Christiansen, formaður  

Torleik Mortensen, formaður  

Kári Bæk, forseti 

Durita Dahl Andreassen, forkvinna 

Rakel Helmsdal, forkvinna 

Jørgen Lützen, formaður
Mentanargrunnur Landsins 
Tíðarskeið: 2017-2020
Limir: Leif Hansen og Urd Johannesen 
Tiltakslimir: Sunnvá Bæk og Ivan Niclasen 

Ráðgevandi nevndin fyri Norðarlandshúsið 
Tíðarskeið: 1. mars 2016 – 1. mars 2019 
 - Árni Winther - Kristian Blak - Guðrið Poulsen - Ingun í Skrivarastovu - Helle Thede Johansen 

Leiklistaráðið 
Tíðarskeið: 2018-2020 
Limur: Birna Heinesen 

Grunnur Thorvald Polulsens av Steinum 
Formaðurin í LISA er føddur limur í grunninum. 
Marita S. Dalsgaard 

Virðislønarnevndin hjá Mentamálaráðnum 
Kim Simonsen, Katrina í Geil, Robert Thomassen frá 2020.

Listaleypurin 
1 umboð í stýrisbólkinum - Guðrið Poulsen 6 limir til úrvalsnevndina (3 umboð + 3 vara) 
Nevndarlimir: - Kristina Sørensen Ougaard (2016) - Heidi H. Poulsen (2016-17) - Kristian Blak (til 2016-18) 
Tiltaksfólk: - Oddfríður M. Rasmussen (2016) - Jóhannes Andreasen (2016-17) - Nikolai Falk (2016-18) 

Listanevndin fyri H-bygningin á Landssjúkrahúsinum 
Frá 5. Feb. 2016 
- Jóhan Martin Christiansen 

Háskúlin í Suðuroy 
1 stýrislim. 
Frá 19. Mars 2016: 
- Ole Wich  

Norðurlendska Tónleikavirðislønin 
Norðurlandahúsið í Føroyum umsitur virðislønina. Fakúrvalið innstillar uppskot til tilnevning. 
Í fakúrvalsnevndini sita, til nov. 2016: - Edvard N. Debess, Føroya Tónleikarafelag - Kristian Blak, Felagið Føroysk Tónaskøld - Ragnar Olsen, Einleikarafelag Føroya
Endamál felagsins
§ 1. 

Listafólkasambandið hevur til endamáls: 

1. at styrkja listina og listafólk í mentanarpolitiskum høpi 
2. at virka fyri áhugamálum og rættindum limanna 
3. at umboða limirnar alment í almennum málum, sum hava felags áhuga 

Limir felagsins 
§ 2. 

Rætt til limaskap hava feløg, sum umboða tær ymisku listagreinarnar. 

Stk. 2. Fyri at kunna gerast limur í LISA skal felagið vera landsfevnandi. 
Stk. 3. Limirnir í limafeløgunum skulu hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk.
Stk. 4. Umsókn um upptøku verður løgd fyri umboðsráðið, ið avger málið við vanligum meiriluta. 

Skipan av virksemi 
§ 3. 

Listafólkasambandið er skipað við einum umboðsráði og eini trýfólka starvsnevnd, sum útinna virksemið hjá felagnum. 

Stk. 2. Limafeløgini velja eitt umboð og eitt tiltaksfólk til umboðsráðið. Feløgini hava skyldu at boða starvsnevndini frá, hvør ið er umboðsráðslimur og tiltakslimur. Tað ber ikki til at verða umboðsráðslimur fyri fleiri feløg í senn. 
Stk. 3. Starvsnevndarlimur kann ikki eisini vera umboðsráðlimur. 
Stk. 4. Umboðsráðslimur, sum ikki kann møta á umboðsráðfundi, skal boða starvsnevndini og tiltaksfólkinum frá. 
Stk. 5. Umboðsráðslimirnir hava skyldu at boða limafeløgunum frá høvuðstiltøkunum hjá Listafólkasambandinum og kunna limir teirra um týðandi mál, sum eru umrødd á umboðsrásfundunum. 
Stk. 6. Umboðsráðið velur limir í nevndir og ráð har felagið er umboðað. 

Starvsnevndin 
§ 4. 

Starvsnevndin er vald á aðalfundinum ímillum limirnar í limafeløgunum. 

Stk. 2. Starvsnendin hevur 3 limir og fyri hvønn lim er valdur ein tiltakslimur. Fyrsta árið stendur ein av nevndarlimunum fyri vali, annað árið hinir báðir. Afturval er loyvt. 
Stk. 3. Starvsnevndin skipar seg sjálv við forfólki og næstforfólki. 
Stk. 4. Starvsnevndin er viðtøkufør, tá ið allir nevndarlimir ella tiltaksfólk teirra eru á fundi, ella tá ið allir nevndarlimir skrivliga á einum talgildum miðli hava samskift og givið sína meining til kennar. 
Stk. 5. Starvsnevndin kann seta fólk í starv og loysa tey úr aftur starvi. 
Stk. 6. Starvsnevndin kann seta arbeiðsbólkar eftir tørvi. 

Umboðsráðsfundir
§ 5. 

Árliga eru í minsta lagi fýra umboðsráðsfundir. Annars verður umboðsráðsfundur hildin, tá ið starvsnevndin ella tríggir umboðsráðslimir ynskja tað. 

Stk. 2. Vanligir umboðsráðsfundir verða fráboðaður skrivliga í minsta lagi eina viku frammanundan.  
Stk. 3. Lógliga lýstur umboðsráðsfundur er viðtøkuførur. 

Fundarskrá til umboðsráðsfundir: 

1. Val av orðstýrara og fundarskrivara. 
2. Viðgerð av innkomnum málum. 
3. Ymiskt. 

Aðalfundurin 
§ 6.

Umboðsráðsfundurin, ið er mánarskiftið februar – mars, er aðalfundur felagsins og hægsti myndugleiki í Listafólksambandinum. 

Stk. 2. Aðalfundur og møguligur eykaaðalfundur verður fráboðaður í minsta lagi tvær vikur fyri fundin. 

Fundarskrá til aðalfund: 

1. Val av orðstýrara og fundarskrivara. 
2. Ársfrágreiðing. 
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar. 
4. Val av starvsnevnd og tiltakslimum. 
5. Val av grannskoðara. 
6. Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár. 
7. Viðgerð av innkomnum málum. 
8. Ymiskt. 

Stk. 3. Uppskot, sum skulu viðgerast á aðalfundi ella eykaaðalfundi, mugu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi eina viku fyri fundin. Ein samd starvsnevnd kann gera frávik frá hesum. 

Binda felagið 
§ 7. 

Formaðurin og ein starvsnevndarlimur ella formaðurin og skrivarin binda felagið úteftir. 
Stk. 2. Keyp og søla av fastari ogn ella aðrar størri bindingar skulu viðtakast av umboðsráðnum. 

Limagjald 
§ 8. 

Limagjaldið verður ásett á aðalfundinum. 

Stk. 2. Starvsnevndin krevur limagjaldið inn. 
Stk. 3. Feløg sum ikki gjalda limagjald, missa øll rættindi, so sum atkvøðurætt, og allan ágóða, so sum nýtlsu av felagshúsum og tílíkt. Somuleiðis kann felag, ið ikki lýkur lógirnar, sigast úr Listafólkasambandinum. 

Fundarbók 
§ 9. 

Allir fundir skulu vera til skjals í fundarbók. Í fundarbókina skal verða skrivað tað, ið á fundinum varð umtalað og samtykt. 

Broyting og avtøka 
§ 10

Hesar lógir kunnu verða broyttar á aðalfundi ella eykaaðalfundi, tá 2/3 av greiddum atkvøðum eru fyri. Uppskot til lógarbroytingar ella til avtøku av Listafólkasambandinum skulu verða send umboðsfólkunum saman við fundarboðunum. 

§ 11. 

Verður Listafólkasambandið avtikið, verða ognir tess stovnsfæ í einum grunni, sum hevur sama endamál sum Listafólkasambandið. 


Soleiðis viðtikið á eykaeykaaðalfundi 30. mai 2016.