Í stríð fyri listafólkini

  • 15 Sep 2016
  • - LISA

Í stríð fyri listafólkini

Gunnar hevði fingið innlit í korini hjá serliga teimum skrivandi fólkunum og sum hann sigur: – Um ein heldur, at ein kann gera mun, so …

So Gunnar varð formaður í føroyska rithøvundafelagnum og stutt eftir tók hann stig til at stovna listafólkasambandið LISA. Tað var í januar 1982.

- Eg hevði líka sum … ábyrgdina onkursvegna. Føldi eg. At gera okkurt við tað. Eingin annar gjørdi tað. At møta upp til ein fund, tað var lætt, men at gera okkurt aftaná. Alt tað, millum fundirnar ... tað var verri

Formaður í LISA tey fyrstu 6 árini var Gunnar Hoydal. Hesi árini gjørdist hann eisini við síðuna av sínum arkitektastarvi, limur í Mentunargrunni Føroya løgtings og hann var við til at stovna  rættindahavarafelagsskapin Fjølrit, har hann eisini var fyrsti formaður.

- Tað trongdi harðliga til, tí eingin fekk nakað fyri at skriva. Eingin takstur. Einki endurgjald. So tað var eitt framstig. Fjølrit samlaði pengar inn fyri fólk.

Gunnar sjálvur fekk bara krónur og oyru fyri sítt starv sum býararkitektur. Tíðin og orkan, sum hann brúkti til at bøta um korini hjá listafólkum, var ólønt.  Eisini tann tíðin, hann var formaður í arkitektafelagnum og enn eitt tíðarskeið formaður í rithøvundafelagnum.

 

Skrivað greinina hevur: Helle Thede Johansen.

 

Les blaðgrein um Gunnar Hoydal í Dimmalætting her.

Eg hevði líka sum … ábyrgdina onkursvegna. Føldi eg. At gera okkurt við tað. Eingin annar gjørdi tað.

Share on :