Anný Djurhuus Øssursdóttir fær gávugóðsið í 2018

  • 04 Feb 2018
  • - LISA

Tíðindaskriv frá Grunni Thorvalds Poulsens av Steinum.

 

Anný Djurhuus Øssursdóttir fær gávugóðsið í 2018

 

8. februar verður árliga handanin av gávugóðsinum úr Grunni Thorvalds Poulsens av Steinum. Gávugóðsið verður latið ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg.

 

Tiltakið, sum er alment, verður í hølunum á loftinum á Føroyamálsdeildini tann 8. februar klokkan 16.00.

 

Í samband við tiltakið spælir Lena Anderssen nøkur løg.

Í sínum testamenti hevur Thorvald Poulsen av Steinum ásett, at í stýrinum fyri grunnin skulu sita rektarin fyri Fróðskaparsetur Føroya, forfólkið fyri Føroya lærarafelag og forfólkið fyri Listafólkasamband Føroya, LISA.

Fyri at tryggja listafakliga støðið handan tilmælið um, hvør ið skal hava gávugóðsið, hevur stýrið gjørt avtalu við Listafólkasamband Føroya, sum hevur sett eina úrvalsnevnd av fakfólkum at velja út ungt listafólk, ið skal fáa handað gávugóðsið.

Øll eru vælkomin á Føroyamálsdeildina at heiðra ársins móttakara av gávugóðsinum úr grunninum hjá Thorvaldi Poulsens av Steinum, Anný Djurhuus Øssursdóttir.

 

 

Blíðar heilsur

Stýrið fyri Grunn Thorvald Poulsens av Steinum:

 

Sigruð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya

Marita Dalsgaard, forfólk fyri Listafólkasamband Føroya

Herálvur Joensen, forfólk fyri Føroya Lærarafelag

 

8. februar verður árliga handanin av gávugóðsinum úr Grunni Thorvalds Poulsens av Steinum

Share on :