Stuðul til mentan og list 2019
- 04 Feb 2019
- - LISA
Stuðul til mentan og list
Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2019 er peningur settur av til stuðul til mentanarlig tiltøk, stuðul til myndlistafólk og stuðul til barna- og ungdómsarbeiði. Stuðulin verður umsitin við heimild í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m.
Stuðul til mentanarlig tiltøk
Stuðulin til mentanarlig tiltøk verður játtaður sum verkætlanarstuðul ella annar stuðul til einstaklingar, bólkar ella feløg. Játtanin er kr. 1.020.000.
Freistin at søkja er 15. mars 2019.
Stuðul til myndlistafólk
Peningur er settur av á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til myndlistafólk. Listafólk, sum eru undir útbúgving, kunnu søkja. Yrkislistafólk kunnu søkja um stuðul til eftirútbúgving og til námsferðir.
Tá stuðul verður játtaður, verður raðfest í fyrstu atløgu at veita yrkislistafólkum stuðul og í aðru atløgu umsøkjarum, ið eru á eini listarligari yrkisleið. Játtanin er kr. 150.000.
Freistin at søkja er 15. mars 2019
Stuðul til barna- og ungdómsarbeiði
Tann upphædd, ið Mentamálaráðið umvegis sp/f Ítróttarvedding fær burtur av veddingarpengunum, verður nýtt sum stuðul til verkætlanir og tiltøk til gagns fyri børn og ung.
Tey, ið skipa fyri tiltøkum og standa fyri verkætlanum, sum eru børnum ella ungum til gagns, eru vælkomin at søkja.
Játtanin, sum er 15% av veddingarpengunum, verður kunngjørd í apríl/mai. Upphæddin væntast at liggja um uml. 2 mió. kr.
Freistin at søkja er 15. apríl 2019.
GG! Umsóknir um stuðul til fløgu- og bókaútgávu skulu sendast til Mentanargrunn Landsins.
Allar umsóknir eiga at verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað til endamálið.
Umsóknarbløð og vegleiðingar eru at finna á heimasíðuni: www.mmr.fo ella kunnu fáast við at venda sær til:
Mentamálaráðið
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Telefon 30 65 00
Telefax 30 65 55
e-postur.: mmr@mmr.fo
Legg til merkis at freistin at søkja er ymisk í bólkunum