LISTAFÓLKALØN - Nýggj kunngerð um Mentanargrunn Landsins við slóðbrótandi broytingum.

  • 15 Dec 2017
  • - LISA

 

Tíðindaskriv

 

LISTAFÓLKALØN - Nýggj kunngerð um Mentanargrunn Landsins við slóðbrótandi broytingum.

 

Tann 13.12.2017 kom í gildi nýggj kunngerð fyri Mentanargrunn Landsins. 

 

Broytingin hevur til endamáls at bøta um korinini hjá yrkislistafólkum. 

Listafólkasamband Føroyar fegnast um, at í kunngerðini eru tríggjar avgerandi og slóðbrótandi broytingar:

Skilgreinan: “Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving ella   hava samsvarandi royndir innan listaliga økið.” 

Tað er møguligt at fáa listafólkaløn vegna listaliga fakligheit ella royndir og ikki bert til verkæltan ella verkevni.

Faknevndir verða settar at meta um umsóknirnar til listafólkaløn.

 

Listafólkasamband Føroya átalar  at lønin ásett í kunngerðini

Listafólkalønin er ásett í kunngerðini. Tað vil siga at listafólkalønin er óbroytilig, og tekur harvið ikki hædd fyri starvsaldri og útbúgvingarstøði. 

Listafólk eiga, eins og øll onnur alment sett, at hava rætt til løn, ið svarar til fakliga útbúgving og royndir. 

Listafólkasamband Føroya tekur ikki undir við, at lønin á listaøkinum skal vera óbroytilig og ásett í eini kunngerð.

 

Vinaliga Listafólkasamband Føroya

 

Marita S. Dalsgaard, forfólk

Hansina Iversen, næstforfólk

Jóhan Martin Christiansen, nevndarlimur

Listafólkasamband Føroya átalar at lønin ásett í kunngerðini

Share on :