Nýggj skipan við listafólkalønum
- 20 Dec 2017
- - LISA
Kári Olsen í KVF tosaði við Maritu S. Dalsgaard, forfólk í LISA, um listafólkalønina í Góðan Morgun føroya.
Nú fáa yrkislistafólk í Føroyum betri arbeiðsumstøður.
Skipanin við listafólkalønum, sum Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett á skinnarar fyri at tryggja listafólkum arbeiðsnáðir í longri tíðarskeið, er nú komin í gildi.
Henda skipan hevur fleiri fyrimunir fyri landsins listafólk, sigur Marita Dalsgaard, forkvinna í listafólkasambandinum, LISA. LISA hevur havt uppskotið til hoyringar og hava gjørt viðmerkingar til hoyringsskrivið.
Samanumtikið eru listafólkini nøgd við nýggju lønarskipanina.
Skipanin er uppbygd soleiðis, at listafólkalønin verður latin í trý ár, tó er møguligt at leingja játtanina upp til tvær ferðir trý ár afturat, so hon tilsamans kann veitast sama listafólki upp í níggju ár, um nevndin mælir til tað. Tá skipanin er fult útbygd, kunnu níggju listafólk vera í henni.
Nú fer Mentanargrunnurin at gera neyðugu fyrireikingarnar, so klárt verður at søkja fyrst í komandi ári.
Les meira um listafólkalønina her
Nú verða listafólkni mett eftir útbúgving og royndum, og tað er eitt framstig
http://kvf.fo/gmf?sid=75720