Rithøvundafelag Føroya

UM LIMAFELAGIР

 

Rithøvundafelag Føroya er felag fyri føroyskar rithøvundar og týðarar Felagið varð sett á stovn 24 mars 1957, og endamál felagsins er at virka fyri áhugamálunum hjá føroyskum rithøvundum og verja rættindi teirra. Harumframt virkar felagið fyri, at føroyskar bókmentir fáa góðar umstøður at mennast og trívast. Rætt til at gerast limur hava øll, ið skriva bøkur á føroyskum máli ella á annan hátt starvast sum rithøvundar.

Limatalið er umleið 100 (2002) og umfatar allar tær ymisku bókmentaligu yrkisgreinarnar: rithøvundar, sum skriva fagrar bókmentir, barna- og ungdómsbøkur, yrkisbøkur, siðsøguligar bøkur og bøkur týddar úr øðrum málum.  

 

 

Rithøvundafelag Føroya  í Hoydølum 

 

  • Skrivstovur

  • Felagsskrivstovur

  • Fundarhøli

  • Undirvísingarhøli

  • Kafe

  • Listafólkabústaður

  • Eitt stað at hitta onnur føroysk og útlendsk listafólk til samstarv og íblástur

  • Húsan av listafólkum í politiskum eksili

  • Hugnastova við lutunum eftir Ebbu Hentze

  • Listafakligt bókasavn 

 

Leinkja til heimasíðu