Føroya Tónleikarafelag
UM LIMAFELAGIÐ
Í mars 2018 var Føroya Tónleikarafelag umskipað til at vera meginfelag fyri allar føroyskar tónleikarar, ið ynskja at gerast limir. Felagið strembar eftir at vera ein virkin aktørur í føroyskum tónleikalívi, ið umboðar tónleikalig viðurskifti og áhugamál. Talið av fólki, ið liva av tónleiki økist alsamt.
Hesi evni eru á skrá: trygging av ljóðførum, tingirnar um lønir og satsir, skattaviðurskifti, mentanarpolitikkur, spælistøð og umstøður, vegleiðing í mentanarstuðuli, tónleika-útflutningur, internet hjávera, samskifti við fjølmiðlar, FMA v.m. Felagið ynskir samstarv millum ymsu listagreinirnar.
Føroya Tónleikarafelag í Hoydølum
-
Ein skapandi listamiðdepil
-
Venjingarhølir til tónleikabólkar og einstaklingar
-
Konserthølir (eisini til eksperimenterandi tónleik/tiltøk)
-
Tvørlistaligt samstarv og felags verkstaðir
-
Workshops fyri tónleikarar
-
Workshops fyri tónaskøld
-
Fólkadansur
-
Listabókasavn
-
Kafé/kantinu/møtistað fyri listafólk
-
Residency