Føroysk Myndlistafólk
UM LIMAFELAGIÐ
Føroysk Myndlistafólk (MYND) er felag fyri føroysk yrkismyndlistafólk. Felagið varð sett á stovn 16 september 1981 í Listaskálanum. Endamál felagsins er at virka fyri áhugamálum, at bøta um korini og at verja rættindi hjá føroyskum myndlistafólkum. Harumframt virkar felagið fyri, at føroysk myndlist fær góðar umstøður at mennast og trívast.
Felagið hevur m.a. saman við LISA og øðrum virkað fyri, at listafólk kunnu søkja starvslønir og íverksetanar- stuðul úr Mentanargrunni Landsins. Felagið hevur lagt uppskot fyri mentamálaráðið um, at lógarfest verður, at eitt ávíst prosenttal av byggikostnaðinum av almennum um- og nýbyggingum verður brúkt til listprýðing.
Síðan 1990 hevur felagið á hvørjum ári skipað fyri "sensureraðari" Várframsýning.
Føroysk Filmsfólk í Hoydølum
-
Eitt skapandi umhvørvi, har listafólk hittast
-
Hølir til framleiðslu av list (yrkislistafólk)
-
Framsýningarhøll til eksperimenterandi list
-
Listabókasavn
-
“Listarliga” kafé/kantinu
-
Residency til listafólk búsitandi uttanlands
-
Felags verkstaðir (gra kk, træ, plastikk, osv )
-
Listafestivalar