Kórsamband Føroya
UM LIMAFELAGIÐ
Kórsamband Føroya er felagsskapur umboðandi kór kring alt landið, sum hevur til endamáls at virka fyri kórsangi at frama við tiltøkum sum:
-
árliga kórfestivalurinum (sum hevur 50 ár á baki í ár)
-
afturvendandi skeiðum fyri kórleiðarar
-
sangskeiðum
-
útgávum av nýggjum kórsangum
-
skipa fyri ólavsøkukórinum
Kórsambandið skipar á hvørjum ári fyri tveimum stórum tiltøkum: Kórfestivalinum og Ólavsøkukórinum. Kórfestivalurin var hildin 22 apríl, skipaður við felags- kóri og konsert við einstøku limakórunum, sum eru 15 í tal.i Leiðarin fyri felagskórið var Tóra Vestergaard og varð nýtt kórverk framført, umbiðið frá Tróndi Bogasyni. Ólavsøkukórinum í 2016 stjórnaði Ólavur Jøkladal, kórið var sera stórt – yvir 200 sangarar luttóku.
Kórsamband Føroya í Hoydølum
-
Konserthøll við góðum akkustikki
-
Upptøkuhøli til kórsang
-
Hølir til skeiðs- og fundarvirksemi